U11

U 11 eru børn sum eru fødd í fødd 2006-07. Liðini eru býtt sundur í tvey lið, A og B.

Á A-liðinum eru royndir leikarar, sum hava spælt eitt ár ella meira og á B-liðinum eru nýbyrjarar og minni royndir leikarar. B liðið eitur í vikuætlanini U9A og U11 B, tí bestu leikarar frá U9 rykkja upp.

Eftirsum liðini verða býtt upp í A og B eftir styrki, verða liðini og tíðirnar hjá U9A, U11 B og U13 ikki endaliga avgjørdar fyrr enn aftaná 10. september, tá er felags skrásetingardagur frá kl. 10.00 til 14.00.

Nærri kunning um skrásetingardagin verður lagt út á heimasíðuni.

Sí venjingartíðir í vikuætlanini.