Reglur og viðtøkur


§ 1 Navn
Navn felagsins er Badmintonfelagið í Havn.

§ 2 Endamál
Endamál felagsins er at virka til frama fyri badmintonítróttini.

§ 3 Limaskapur
Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annaðhvørt ein nevndarlim ella venjara. Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap. Verður persóni noktaður limaskapur, kann hann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til st.ðutakan.
Feløg og onnur áhugaði, kunnu gerast hvílandi limir.

Nevndin ásetur støddina á limagjaldinum fyri virknar
, hvílandi og ungdómslimir. Limur kann siga limaskap sín upp við einum mánaða freist til ein 1. í einum mánaði. Nevndin kann koyra lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirst.ðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur brotið viðt.kur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg. Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan. Banagjaldið verður ásett av nevndini og verður goldið frammanundan.
Felagið kann útnevna heiðurslimir.

§ 4 Aðalfundir
Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði felagsins, er hægsti myndugleiki felagsins. Ársaðalfundur verður hildin í september mánaði.

Nevndin kallar inn til aðalfundar skrivliga og/ella við uppslagi við í minsta lagi 14 daga
varningi. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði,
tíð og skrá. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 8 dagar undan
aðalfundinum.

Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:
* Val av fundarstjóra.
* Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið.
* Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
* Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
* Val av grannskoðara.
* Innkomin mál.
* Ymiskt.
Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur. Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. Hvør limur yvir 18 ár hevur eina atkvøðu á fundum felagsins, og kann limur geva øðrum limi fulltrú til at møta sína vegna.
Hvílandi limir hava møti
og talurætt, men tó ikki atkvøðurætt.

§ 5 Eykaaðalfundir
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið minst 10 limir krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.

§ 6 Nevndin
Felagið verður stýrt av minst eini 3 -7 manna nevnd. Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár. Soleiðis at annaðhvørt ár standa 1 (ella fleiri ) fyri vali og annaðhvørt ár standa 2 (ella fleiri) fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv.
Tiltakslimir verða valdir fyri sama tíðarskeið. Nevndin heldur fund, so ofta hon heldur taðvera neyðugt. Nevndin er viðtøkufør, tá ið minst 2 nevndarlimir eru á fundi.
Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sítt. Fer nevndarlimur frá í úrtíð, kemur fyrstvaldi tiltakslimur í hansara stað.

§ 7 Tekningarreglur
Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.

§ 8 Heftilsi
Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tiÅLð verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

§ 9 Roknskapur
Roknskaparár felagsins er frá 1. juli og til 30. juni . Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundi valdum grannskoðara, sum hevur
rætt at kanna felagsins bøkur og skjøl, tá ið hann ynskir tað.

§ 10 Viðtøkubroytingar
At broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

§ 11 Avtøka
At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir.
Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarligt ella vælgerandi endamál.

Soleiðis samtykt á  aðalfundi

Tórshavn tann 5. september 2013


_____________________       _________________________
Marjun  Niclasen                                Katrin Jacobsen                

 

________________________
Dorthea Thomsen