Tilmelding / Klubmodul

Vælkomin til leikárið 2016/17.

Venjingin byrjar mánadagin 29. august 2016 og endar sunnudagin 14. mai 2017.

Tilmelding til hetta leikárið og kappingar /tiltøk fer fram um nýggju limasíðuna hjá HBF, har allir leikarar fyrst skulu ‘Stovna vanga’ og síðani melda seg til eitt lið.

Leinki til nýggju limasíðuna sum eisini eitur KLUBMODUL hjá HBF er HER:


Nærri vegleiðing hvussu tú stovnar ein vanga og hvussu tú meldar teg til á limasíðuni.


Stovna Vanga
Tú stovnar ein vanga á limasíðuni. Tá ið tú hevur stovna ein vanga, fært tú ein teldupost frá HBF, har sært tú eisini títt loyniorð.
Hvør einstakur leikari skal hava egnan vanga. Tað vil siga, at tá eitt barn skal melda til lið, skal barnið rita inn á sín vanga, og ikki á vangan hjá foreldrunum.

Tað er avmarkað pláss á øllum liðunum, tí er umráðandi at melda til sum skjótast. Í ár verða liðini býtt upp í A og B eftir styrki, tí verða venjingartíðirnar hjá U9A, U11 B og U13 ikki endaliga avgjørdar fyrr enn aftaná 10. september. Les meira um liðini undir menupunkt Lið/venjingar ella HER: http://www.hbf.fo/venjingar.html

Bíðilisti
Er liðið fullteknað, er møguleiki at koma á bíðilista. Tað er ókeypis at vera á bíðilistanum.

At vera á bíðilista merkir, at um tað eftirfylgjandi verður pláss á liðinum, fær viðkomandi, sum stendur ovast á listanum, ein t-post sendandi við møguleikanum at melda til. Hesin møguleikin stendur við í 24 tímar. Er tilmeldingin ikki avgreidd innan 24 tímar, verður plássið sjálvvirkandi boðið til tann næsta á bíðilistanum. Er man komin á bíðilista er umráðandi, at fylgja við t-postinum eftir at badmintonvenjingin er byrjað.

Eru ivamál ber til at seta seg í samband við nevndina ella skriva eini boð á Fb síðuna hjá Havnar Badmintonfelag.