Uppbýtingardagur fyri U9, U11 og U13

Leygardagin 10. september verður felags uppbýtingardagur fyri badmintonliðini: U9 -U11B, U11A, U13A og U13B. Øll børn, ið eru á hesum liðum eiga at møta stundisliga í Badmintonhøllini.

U9-U11: kl. 10.00. Venjingin endar í seinasta lagi kl. 12.00

U13: kl. 12.00 Venjingin endar í seinasta lagi kl. 14.00

Kunning um Miniton: Einkult børn úr Miniton skulu eisini møta saman við U9&U11. Hetta er eftir avtalu við venjaran. Vit fara at gera ymiskar venjingar og spøl. Ætlanin er at býta liðini sundur eftir styrki og vinarbond.

Tvey umboð úr nevndini verða eisini tilstaðar. Foreldur eru vælkomin at verða hjástødd.

Heilsan

Nevndin og venjarnar