UMVÆLING AV SKIFTIRÚM

Hervið verður sagt frá at kommunan fer undir at umvæla brúsu- og skiftingarrúmini í Badmintonhøllini. Arbeiði byrjar mánadagin 03. Oktober 2016 og tekur væntandi 8 vikur.

Í tíðarskeiðinum kunnu skiftirúmini ikki brúkast og eisini kann væntast at nógvur gangur er í vanligari arbeiðstíð. Onkrar dagar kann tað koma fyri at skal steingjast fyri vatn, hita og EL.

2 stk. skrelli-kontainara koma at standa á parkeringsøkinum niðan í mótið Gundadalsvegnum.

vh Tórshavnar kommuna og nevndin