Tiltak leygardagin 4. mars

Havnar Badmintonfelag, Badmintonsamband Føroya og ÍSB bjóða til fyrstu para-badminton royndarvenjingina leygardagin 4. mars kl 15.

Para-badminton er júst sum vanligt badminton, men íðkararnir kunnu sita í koyristóli, verða lág á vøkstri, ella hava smærri og størri trupulleikar við bein- og/ella armrørslum av ymiskum orsøkum.
HBF hevur júst sett nýggjan venjara úr Portugal, ið eisini hevur royndir við para-badminton. Samstarvið millum HBF, ÍSF og BSF er komið í lag, tá HBF vendi sær til ÍSB fyri at vita, um áhugi var at byrja para-badminton í Føroyum.

Regin Hammer, formaður í HBF heldur, at tað er eitt gylt høvi at bjóða para-badminton út, nú útlendskur venjari er komin til felagið: ”…nógvar ítróttargreinar geva ikki fólki ið ber brek nakran møguleika at venja, so tá ið vit nú hava møguleikan at bjóða fram para-badminton, er tað avgjørt eitt positivt stig fyri badminton sum heild í Føroyum. Nú eru vit spent at síggja, hvussu undirtøkan verður frá íðkarum, ið bera brek”.

Para-badminton er skjótt vaksandi ítróttargrein, og verður eisini við á fyrsta sinni á Paralympisku leikunum í Tokyo í 2020. Hendan fyrsta venjingin er ókeypis, fyrireikararnir syrgja fyri ketjarum og bóltum, og vóna vit at síggja nógvar nýggjar luttakarar. Óbindandi tilmelding fer fram á Facebook vanganum hjá ÍSB, https://www.facebook.com/events/1416412851736717/

Venjingin verður í Badmintonhøllini í Havn kl. 15-17.

HBF, BSF og ÍSB