Superstjørnan Peter Gade vitjar

Peter Høg Gade Christiansen , betri kendur sum Peter Gade, er ein av mest succesríku donsku badmintonspælararum . Hann hevur vunnið bæði HM , EM og All England heiðursmerki, og er júst afturkomin úr London har hann hevur luttikið í OL. 

Peter Gade vitjar Føroyar komandi vikuskiftið, og hann verður í Havn leygardagin 1. september, júst tá ið tilmeldingin til venjingarárið 2012/13 er hjá Havnar Badmintonfelag. 

HBF skipar tískil fyri hugnadegi og tilmelding kl. 15. í Hoyvíkshøllini 1. september. Tá fáa fólk høvið at heilsa uppá Peter Gade. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Les meira um tilmeldingina í tíðindaskrivi her á hbf.fo Tað er Badmintonsamband Føroya sum skipar fyri vitjanini og fyrilestri. Nærri kunning verður á bsf.fo Hetta er skrivað um Peter Gade í fjølmiðlinum: sí fílu

Fra Wikipedia.pdf  

Frá Badminton.pdf  

Frá Badmintonbladet.pdf