Paulo verður nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Badmintonfelag

Sum liður í stóru menningartilgongdini í Havnar Badmintonfelag, hevur nevndin sett sær fyri at kanna, um tað ber til at seta ein útlendskan høvuðsvenjara.

Landsliðvenjarin Aritra Nandy er longu knýttur at felagnum, saman við øðrum góðum venjarum, men felagið er vaksið nógv og alt fleiri limir leggjast afturat.

Nú er avgerðin tikin - og tað verður ein høvuðsvenjari úr Portugal, ið skal standa á odda fyri Havnar Badmintonfelag. Paulo Alexandre Pinheiro varð í gjár settur í starv og skal longu í kvøld í eldin á fyrsta sinni.


Sum høvuðsvenjari í felagnum fer hann at fylgja øllum venjingunum, heilt frá U9 til seniorarnar, og fer hann eisini at ráðgeva hjá øllum venjarum og skipa fyri venjaraskeiðum.

Paulo Alexandre Pinheiro hevur nógvar royndir, bæði sum leikari og sum venjari. Hann hevur sjálvur verið leikari á høgum støði í Portugal og seinni árini hevur hann staðið á odda fyri m.a. Shuttletime Tutores Course, fyri bæði lærarar og venjarar í Evropa.

Paulo hevur haraftrat royndir innan Para-badminton, ið er badminton fyri fólk, ið bera fysiskt brek. Para-badminton verður ein ítróttargrein til OL í Tokyo 2020, so BSF, HBF og ÍSB tingast í løtuni hvørjir møguleikar eru í Føroyum.

Fyrsta kappingin, har Paulo fer at stuðla felagnum, er nú um vikuskiftið. Tá bjóða BSF og Havnar Badmintonfelag til Føroya Tele Open , sum er ein kapping í tvímansleiki.
Kappingin verður í Havn.

- Vit í Havnar Badmintonfelag síggja nógv fram til samstarvið og gleða okkum til eitt spennandi kappingarár við stórum og spennandi avbjóðingum", siga tey úr nevndini og takka samstundis Bank Nordik fyri stuðulin í hesum sambandi..

Á myndini síggjast frá vinstru Marjun Niclasen, undanfarna forkvinna, Paulo A. Pinheiro og Regin Hammer, verandi formaður í Havnar Badmintonfelag.