Nýggj heimasíða

Havnar Badmintonfelag hevur nú fingið nýggja heimasíðu. Nevndin hevur arbeitt í eina tíð við hesi verkætlan. Vit ynsktu eina skipan sum var brúkaravinaliga, hevði ein kalendara, myndasavn og sum kundi vísa til okkara Facebooksíðu.

Vit valdi síðani at gera ein samstarvsavtalu við KNASSAR. Sjálvi meta vit at avtalan er fín, tí vit fingu so gott sum alt ókeypis av tí at vit eru ein partur av lýsingaskipanini hjá teimum.

Vit hava roynt at dagføra síðurnar, men enn manglar okkurt. Vit arbeiða við síðuni so við og við. Hevur tú viðmerkingar ella góð hugskot ber til at senda ein t-post til hbf@hbf.fo

vh

nevndin