Klubmeistaraskab og eina gallaveitslu fyri okkara ungdómsleikarar

Nú er hetta Badmintonárið skjótt av, og vit fara, eins og í fjør, at hava eitt klubmeistaraskab og eina gallaveitslu fyri okkara ungdómsleikarar. Hetta verður leygardagin 11. mei.

Kappingin byrjar kl 9 í Badmintonhøllini. Skráin kemur seinni.

Gallaveitslan byrjar kl. 18 í Badmintonhøllini. Allir limir frá U9 – U19 eru vælkomnir til gallaveitsluna (eisini um tit ikki hava luttikið í klubbmeistaraskapinum).

Kostnaðurin fyri Gallaveitsluna er 50 kr.

Borðreitt verður við:

  • Lekkrum ungdómsmati
  • Undirhaldi
  • Stuttligum dansispølum
  • ...

Vónandi síggja vit nógvar HBF-arar í veitsluhýri! 🥳

Veitslunevndin ynskir hjálp frá foreldrum til at fyrireika veitsluna, og hjálp í høllini á sjálvum degnum við at borðreiða og rudda av. 

Áhugaði kunnu senda Fríðu eitt sms á 586616

Tilmeldingin til bæði kappingina og veitsluna liggur her: https://hbf.klubmodul.fo/cms/EventOverview.aspx 

Tilmeldingarfreistin til Gallaveitsluna er mánadagin 6. mai kl. 12