Kapping í tvímansleiki á Kambsdali 4. mars

Kapping í tvímansleiki á Kambsdali 4. mars.

Um tú vilt melda til hesa kappingina, so skalt tú sjálv/ur finna tær ein makkara. Tú kann eisini spyrja tín venjara.

Tilmeldingarfreistin er 19. februar kl.16. Tú hevur fingið ein teldupost, har sært tú hvussu tú meldar til kappingina.

 

Kappingin er í ítróttarhøllini á Kambsdali leygardagin 4. mars 2017 frá kl. 9.00.

2. mars sæst kappingarskráin á www.bsf.fo 

Hesir aldursbólkarnir eru við í kappingini - harra ella damu-double:

U11 bólki AB og CD

U13 bólki AB og CD

U15 bólki AB og CD

U17/U19

Vaksin bólki A ella B

 

AB ella CD verður avgjørt út frá, hvar tú spælir í Grand Prix. Eru til dømis ein A-leikari og er C-leikari saman, verður meldað til í bólki AB. 

Spælt verður ikki mix-double til hesa kapping.

Kostnaður: U11- U17: kr. 100,- fyri parið. Vaksin: kr. 150,- fyri parið. Skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.

 

Vinarliga

HBF