Kapping í Master Class

HBF og BSF bjóðar til kapping í Master Class leygardagin 11. november. Kappingin verður í Badmintonhøllini í Tórshavn.

Kappingin er fyri leikarar sum eru 35 ár og eldri. Spælt verður bert í double.

Meldast kann til í harra-double, damu-double og mix-double.

GG! Tilmeldingarfreistin er 9. november. Limir í HBF, melda til á Klubmodul.

Tíðarætlan og skrá verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum áðrenn kappingina.

Limur úr øðrum feløgunum kunnu melda til á havnarbadmintonfelag@gmail.com

Kappingin byrjar kl. 13.

Meldast skal til sum pør. Um onkur ikki hevur nakran makkara, so søk um limaskap á FB bólkinum “Master Class Badminton í Føroyum”

Um fleiri eru sum skriva inn har, at tey mangla makkara, so skuldi borið væl til at gjørt pør tann vegin, tað er ikki at halda seg aftur.

Kostnaður er 200kr fyri hvørt par.