Hvonn badmintondagur 12. mai 2012

Aftur í ár fer Havnar Badmintonfelag at enda venjingar- og kappingarárið við einum endatiltaki - einum Hvonnbadmintondegi.

Tiltakið verður fyri allar leikarar í HBF saman við teirra familjum. Ymiskt áhugavert og stuttligt verður á skránni – m.a. badmintonspøl, ymiskar stuttligar kappingar og áhugaverd kunning. Børn undir 13 skulu vera í fylgi við vaksnum persóni.

Foreldur og systkin kunnu eisini luttaka í kappingum. Best er um øll, sum ætla at spæla, eru í ítróttarklæðum – ella í minsta lagi í innandura skóm. Og minnist til at hava ketsjarar við.

Dagurin endar við einum góðum døgurða við sodavatni og øl/vín afturvið. Okkurt gott omaná verður eisini.

Tilmelding er neyðug, so vit vita, hvussu nógvan mat, vit skulu gera (skrivið í tilmeldingina, hvussu nógv vaksin og hvussu nóg børn/ung tit verða)

Brot úr skránni: 
15.00 Vælkomin
- Undirhald og upphiting
- Badmintonspæl
- Lær badminton reglur og verð klár til komandi kappingar
- Badmintonkapping
- Samskifti og foreldrabólkar
- Endabrestur
18.00 Døgurði .....

Kostnaður
Tiltakið er ókeypis

Nær
Leygardagin 12. maj 2012, byrjað verður kl. 15.00.
Døgurðin verður uml. kl. 18.00.

Hvar
Badmintonhøllin í Gundadali.

Tilmelding
Havnarbadmintonfelag@gmail.com

Tilmeldingarfreist
Mikudagin 9. maj 2012

Vit vóna at síggja nógvar glaðar badmintonfamiljur.

Heilsan
Nevndin í HBF