HBF fingið nýggja nevnd

Havnar Badmintonfelag hevði aðalfund 8. januar, har 3 nýggir nevndarlimir vórðu valdir. 

Nýggju limirnir eru Allan Skaalum, John Syderbø og Birita K. Samuelsen. Dorthea Thomsen, Elsa Torkilshøj, Yngvi Guttesen, Rúni Simonsen og Katrin Jacobsen vórðu afturvald.

Felagið hevur stórar, men spennandi avbjóðingar fyri framman, tí badminton er ein ítróttargrein í menning og limatalið økist í hvørjum. Nevndin gleðist um vaksandi limatalið, og um stóra arbeiði sum allir venjarar og hjálparvenjarar gera hvørja viku fyri HBF. Økta limatalið ger tó eisini, at felagið manglar hallartímar í einari trongari høll og at HBF støðugt hevur brúk fyri fleiri venjarum til ymisku liðini. At royna at betra um hølisviðurskiftini og framhaldandi menna vaksandi hópin av ágrýtnum badmintonspælarum, eru mál, sum nevndin hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi árið.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Allan Skalum, formaður, John Syderbø, næstformaður, Dorthea Thomsen, peningarøkil, Katrin Jacobsen, Elsa Torkildshøj og Brita K. Samuelsen, nevndarlimir. Tiltakslimirnir eru : Rúni Simonsen og Yngvi Guttesen. Regin Hammer og Durita í Grótinum ynsktu ikki at stilla upp aftur til nevndarvalið hesaferð.