Grand Prix vinnarar hjá HBF

Í ár eigur HBF Grand Prix vinnararnar á bæði damu- og harrasíðuni í vaksnu rekkjunum og hjá U17. Vit ynskja Jónas, Magnus, Sissal og Gunnvu hjartaliga tillukku við gullinum.

Somuleiðis hava HBF leikarar vunnið bæði silvur og bronzu í Grand Prix kappingini í ár. Hjartaliga tillukku øll somul.

Í HBF eru vit sera errin av øllum okkara leikarum, og vilja vit takka venjarum og foreldrum fyri góða hjálp og venjing til allar spælarar hjá felagnum. 

Takk til bæði BankNordik og FK fyri stuðul til HBF.