Eitt gott leikár

Vit í Havnar Badmintonfelag ynskja okkara vaksnu leikarum hjartaliga tillukku við FM 2017.

HBF gjørdist føroyameistari í øllum greinunum hjá teimum vaksnu, og eru vit so sera stolt av tykkara avriki.

Hetta leikár hava vit sæð hvussu HBF'arar í øllum aldursbólkum hava stríðst fyri felagið. Summi settu sær mál at fáa eitt betri avrik, onnur fyri at sleppa at luttaka fyri fyrstu ferð ella hitta vinnfólk. Tó eitt er felags - vit savnast í høllini og til kappingar, tí vit elska at spæla badminton :-)

Takk til allar HBF´arar , foreldur og okkara stuðlar: BankNordik og FK, fyri eitt gott 2017.