Double Kapping í Master Class 11. februar

HBF bjóðar til kapping í Master Class leygardagin 11. februar. Kappingin verður í Badmintonhøllini í Tórshavn. Kappingin er fyri leikarar sum eru 35 ár og eldri. Spælt verður bert í double.

Meldast kann til í harra-double, damu-double og mix-double.

GG! Tilmeldingarfreistin er 6. februar.

Minst til at tú skalt upprætta profil á Klubmodul fyri at tilmelda teg umvegis sjálvgreiðsluna.

Limur úr øðrum feløgunum kunnu melda til á havnarbadmintonfelag@gmail.com

Meldast skal til sum pør. Um onkur ikki hevur nakran makkara, so søk um limaskap á FB bólkinum “Master Class Badminton í Føroyum”

Kappingin byrjar kl. 12. Kostnaður er 150kr fyri hvørt par.

Um fleiri eru sum skriva inn har, at tey mangla makkara, so skuldi borið væl til at gjørt pør tann vegin, tað er ikki at halda seg aftur.

Tíðarætlan og skrá verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum áðrenn kappingina.

Vinarliga
HBF