Badmintonskúlin Summar 2021

Í ár skipar Havnar Badmintonfelag fyri Badmintonskúla fyri yngri leikarar. Badmintonskúlin verður í døgunum 29. juni til og við 2. juli.

Havnar Badmintonfelag skipar fyri Badmintonskúla í Havn frá týsdegnum 29. juni til og við fríggjadegnum 2.juli. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 15 ár. Dentur verður lagdur á eina hendingaríka viku við góðari samveru, spølum og dyggari badmintonvenjing.

Badmintonskúlin er bæði fyri royndar leikarar og nýbyrjarar.

Hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. So neyðugt er at hava innandura og uttandura skógvar/ítróttarklæðir við. Liðini verða samansett eftir aldri og styrki, so øll kunnu vera við. Børnini fara at venja antin fyrrapart ella seinnapart alla vikuna.

Morgunliðið er frá klokkan 9.00 til 12.00, og seinnapartsliðið frá klokkan 12.30 til 15.30 Kostnaðurin er kr. 450,- - íroknað frukt og t-shirt.

VENJARARNIR

Fleiri góðir og dugnaligir venjarar eru í ár teir eru Magnus Dal-Christiansen, Gunnva K. Jacobsen, Rúni Øster og Mariann Øster.

  • Magnus er vanliga venjari í Havnar Badmintonfelag hjá U13 og U15/19 og hevur nógvar royndir innan badmintonlegursum heild.
  • Gunnva venur dagliga í KMB 2000 í Danmark og hevur verið venjari hjá børnum í fleiri ár, áðrenn hon flutti til Danmarkar.
  • Rúni er í dag hjálparvenjari hjá HBF og venur saman við Magnus á besta liðnum í Havnar Badmintonfelag.
  • Harafturat eru Magnus, Gunnva og Rúni øll landsliðsleikarar.
  • Mariann Øster er venjari í Miniton hjá HBF og hevur nógvar royndir innan badmintonspøl og læring. Hon hevur verið venjari á badmintonskúlanum í fleiri ár.

TILMELDINGIN

Tilmeldingin er byrjað og fer fram fyri limir í Havnar Badmintonfelag í Klubmodul.
Tilmelding til Badmintonskúlan 2021 

Ikki limir eru eisini vælkomnir og kunnu melda til við at senda teldupost til havnarbadmintonfelag@gmail.com. Upplýsið navn, aldur, teldupost og stødd á t-shirt.

Tilmeldingin er galdandi, tá tit gjalda 450 kr. á konto 6460-5382590.

Seinasta freist at melda til er hósdagin 3. juni.

Avmarkað er, hvussu nógv børn kunnu sleppa við. Tí ræður um at gera skjótt av við tilmeldingini.

Nærri kunning um Badmintonskúlan 2021 verður at síggja á facebook-síðuni hjá Havnar Badmintonfelag og hjá Badmintonsambandi Føroya.

Øll fáa beinleiðis boð umvegis t-post viðvíkjandi luttøku.