Badmintonskúlin 2012


Eins og undanfarna ár verður skipað fyri badmintonskúla í Havn. Í ár verður spælt í badmintonhøllini í Havn.

Badmintonskúlin verður frá mánadegi 2. juli til og við fríggjadegi 6. juli, sum er fyrstu vikan í summarfrítíðini hjá skúlabørnunum. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 14 ár. Dentur verður lagdur á eina hendingaríka viku, við góðari samveru, spølum og dyggari badmintonvenjing. Tilsamans ein uppliving, sum børnini fara at minnast leingi.

 

Øll kunnu vera við.
Hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. Liðini verða býtt í víðarikomin og nýbyrjarar, so øll kunnu vera við.  


Børnini fara at venja antin fyrrapart ella seinnapart alla vikuna. Morgunliðið er frá klokkan 8.30 til 11.30, og seinnapartsliðið frá klokkan 12 til 15. Fríggjadagin 6. juli endar skúlin við einum hugna- og kappingardegi. Kostnaðurin er kr. 450,-
 
Fleiri góðir og dugnaligir venjarar eru í ár; teirra millum er Benjamin Gunnarstein, sum vanliga spælir í Middelfarts Badmintonfelag. Benjamin hevur drúgvar royndir við at skipa fyri badmintonlegum.


Tilmeldingin er byrjað og fer fram á einari sjálvavgreiðslu á http://goo.gl/G5tIa til og við 25. juni. Nærri kunning um tilmeldingina til Badmintonskúlan 2012 verður at síggja á  www.hbf.fo og á facebook: HBF / badmintonskulin í havn
 
Avmarkað er, hvussu nógv børn kunnu sleppa við, tí ræður um at gera skjótt av við tilmeldingini.

 

 

Havnar Badmintonfelag