Badminton fyri tey yngstu

Nú fer Havnar Badmintonfelag aftur undir venjingarnar fyri teir yngstu badmintonspælararnar. Hesar venjingarnar eita Miniton, og her læra børnini at spæla badminton gjøgnum spæl og øðrvísi badmintonvenjingum.


Miniton er fyri børn frá 3 til 9 ár, og øll børnini skulu hava ein avvarðandi við sær til hvørja venjing. Tey vaksnu eru aktivir luttakarar í venjingini saman við børnunum.

Í ár eru tað 5 garvaðir HBF´arar, sum standa fyri Miniton. Venjarar eru beiggjarnir Erland og Aksel Poulsen, saman við Magnus Dal-Christiansen og Gunnvu Jacobsen. Vegleiðari er Marjun Niclasen. Tey hava øll spælt badminton við HBF í fleiri ár, umframt at tey hava umboðað Føroyar á landsliðnum.

Í HBF gleða vit okkum til, at gentur og dreingir fara at stuttleika sær í Badmintonhøllini í Havn. Melda til her: https://hbf.klubmodul.fo/cms/TeamEnrollmentAlt.aspx?TeamNameID=43