2011/2012 er farið at halla

Góðu badmintonleikarar og foreldur.

Venjingar- og kappingarárið 2011/2012 er farið at halla. Árið hevur eydnast sera væl fyri leikararnar úr HBF og vit hava vunnið nógv heiðursmerki, bæði í liðkappingini, í Grand Prix kappingini og til FM. Nevndin ynskir tykkum øllum, ið hava vunnið heiðursmerki gjøgnum árið, hjartaliga tillukku.

Vit í nevndini og venjararnir hjá børnum og ungum hjá HBF, hava eisini sæð stóra framgongd hjá flest øllum tykkum, ið ikki megnaðu at vinna heiðursmerki í ár. Nógvir sera tættir og spennandi dystir hava verið gjøgnum árið, og tað er millum annað hesir dystir ein badmintonleikari mennist av. Venjarar og nevnd eru sannførd um, at miðvís venjing er vegurin fram og vóna vit, at eins nógv børn og ung fara at leika badminton hjá Havnar BadmintonFelag komandi venjingar- og kappingarár.

Takk fyri í ár
Nevndin vil fegin takka øllum, ið hava verið partur av HBF í ár. Vit fegnast um, at so nógv børn og ung hava valt badminton framum so nógvar aðrar møguleikar, og vit vóna at síggja øll aftur næsta ár. Eisini venjarar og hjálparvenjarar skulu hava stóra tøkk og eiga stórt rós uppiborið, vit vóna at kunna heita á tykkum aftur komandi venjingarár.
Foreldur, ið hava hjálpt til við dómaraborðið og verið teljarar, hava bakað, hjálpt til við tí praktiska og koyrt til og frá í sambandi við kappingar, ynskja vit eisini at takka.

NEMA FM 2012
Fleiri av okkara ungu evnaríku leikarum, hava meldað seg til FM í meistarabólkinum. Tit eru øll vælkomin niðan í Badmintonhøllina at hyggja at bestu badmintonleikarum føroyingar eiga, og stuðla teimum ungu til tey innleiðandi umførini. Innleiðandi umførini til finalurnar vera 12. og 13. apríl. Hóskvøld er einmansleikur fyri kvinnur og menn, og fríggjakvøld er tvímansleikur og blandaður tvímansleikur á skránni. Byrjað verður bæði kvøldini kl. 18.00.

Venjingin 2011/2012 heldur uppat soleiðis
U9 høvuðsvenjararnir er farnir í summarfrí og tískil er venjingin sum so liðug fyri í ár. Nevndin heldur kortini, at tað er nakað tíðliga hjá børnunum at gevast, og hevur tí heitt á nakrar ungar leikarar/hjálparvenjarar frá U13 og U15 um at verða um, og venja U9 børnini í apríl.
So um undirtøka er fyri hesum og U9 børn møta upp, verður U9 venjing týsdagarnar 17.4 og 24.4, kl 16.00-17.00.

U11, U13, U15 og U18 venja sum vant, til fríggjadagin 27. apríl. Venjararnir fara síðani í summarfrí. (okkurt undantak er og tá fáa børnini beinleiðis boð frá venjaranum)
Tvær vikur í mai - frá 30. apríl til og við 11. mai - er høllin opin og leikararnir eru vælkomnir at venja somu tíðir sum frammanundan, tó uttan venjara. Foreldur eru vælkomin at spæla badminton við børnunum.

12. mai
Seinnapartin og kvøldið leygardagin 12. mai verður eitt endatiltak í høllini, har allir HBF’arar eru vælkomnir. Vit vóna at síggja nógv børn og vaksnar leikarar, og foreldur og systkin. Vit koma at hugna okkum við spølum og stuttligum kappingum og enda dagin við at eta døgurða saman.
Meira kunning um 12. mai tiltakið verður sent út seinni.

Venjingarárið 2012/2013
Miðjað verður eftir, at venjingin byrjar aftur mánadagin 3. september 2012. Nærri kunning verður at síggja á www.hbf.fo um miðjan august.

Heilsan
Nevndin