Søgan



Søgan um felagið

Badmintonfelagið verður stovnað 
 
15. februar 1958 varð boðið til fundar at stovna eitt badmintonfelag. Uppskot til, reglugerð samtykt at galda til 30. aug. sama ár tá fyrsti ársaðalfundurin er settur at verða. Fyribils stjórnarnevnd varð vald: Kjartan Bærentsen, form., Petur H. Simonsen, skrivari og Jens P. Egholm, kassameistari. Varalimur er Vagnar Olsen.
 
29.august 1958 var fyrsti aðalfundurin. Allir nevndarlimir afturvaldir. Limagjaldið ásett til 10 kr. pr. mð.
 


Kappingar og onnur tiltøk

Fyrstu árini vóru fleiri kappingar. Í 1967 varð kappingin býtt upp í gentur, kvinnur, dreingir, eldri, besta lið og tey, sum júst vóru byrjað at spæla.
 
Í 1968 var á fyrsti sinni føroyameistarakapping fyri dreingir millum 14 og 18 ár.
 


Totalur forvirringur

Í 1967 varð kappast í fleiri høllum og walkitalking vóru nýttir at samskifta millum tey ymisku spælistøðini. Tað gav ymiskar samskiftistrupulleikar. Onkur, sum als einki hevði við felagið at gera, var komin inn á frekvensin og órógvaði tað samskiftið. Leikarar vórðu lumpaðir at koma úr einari høll í aðra, og eingin teirra, sum skipaði fyri kappingini, visti av nøkrum. Kappingin endaði í totalum forvirringi.
 


Badmintonhøll

Á eykaaðalfundi 12.juni 1961 varð nevnd vald at arbeiða við at fáa til vega badmintonhøll. Í nevndina komu Essa Arge, Karl Jakobsen og Elsa Maria Lutzen.
 
27. januar árið eftir visti Essa at siga, at býráðið hevði avsett eitt grundøki í Gundadali til eina høll. Projekt skuldi síðani gerast. Høllin skuldi, umframt badminton, vera fyri tennis, hondbólt og fótbólt.
 
Í 1964 varð upplýst, at Kyndil hevði í hyggju at byggja ítróttarhøll. Eigil helt, at fleiri feløg áttu at samstarva um høll, og at HBF kravdi inn eykagjald saman við limagjaldinum at seta í hallargrunn. Onkur ivaðist í um ítróttarfeløgini megnaðu uppgávuna, og helt, at býráðið átti at gera eina heildarætlan fyri ítóttin í Havn.
 


1966 fekk felagið bræv frá Leif Waagstein viðv. ítróttarhøll í Havn. Avgjørt varð, at umboð fyri HBF skuldi luttaka á fundi, sum Leif Waagstein hevði boðið til.
 
Á aðalfundinum í 1967 varð samtykt at savna pening – 10.000 kr. – millum limirnar til ítróttarhøll.
 
Í 1972 var so mikið trongligt at fáa spælitímar í ítróttarhøllini, at nevndin hevði ætlanir um at fáa loyvi til at byggja upp í høllini til 3 banar afturat.
 
Nevndarfundur var 26. 10. 72. Á skránni var bygging av badmintonhøll. Í bygginevndini eru Sofus Jacobsen, Kartni Winther og Essa Arge. Ætlanin er framvegis at byggja 3 banar upp í høllina á Hálsi, og umsókn send býráðnum. Kostnaðarmeting: 250.000 kr.
 


Á nevndarfundi í 1972 upplýsti formaðurin, at øll feløgini, uttan Neistin, vóru ímóti at byggja upp í høllina.
 
Á aðalfundi 28.08.74 varð aftur tosað um at fáa eina ítróttarhøll afturat, saman við øðrum feløgum.
 
Á aðalfundinum 1978 varð aftur tosað um at byggja høll, men fundurin ásannaði, at felagið megnaði ikki einsamalt at fara undir bygging.
 


Venjari

Í 1971 samtykti nevndin at bjóða íslendskum venjara starv, fyribils í 1 mánað.
 
Á nevndarfundi í 1974 varð samtykt at bjóða 2 unglingum og 1 seniorleikara á badmintonskeið í Danmark í 4 dagar. Eisini samtykt at biðja danska venjara koma higar at hava skeið í nakrar dagar.
 


Í døgunum 5. til 9. aug. 1975 vóru instruktørar frá De Danska Gymnastik- og Ungdomsforeninger í Føroyum og hildu skeið. HBF fekk at vita frá teimum, at felagið var vælkomið at senda fólk á skeið í Fuglsøcentrinum.
 
Í 1977 tóku Andor, Vagn, Hartvig, Margit, Bent, Herman, Jón og Petur sær av venjingunum.
 


Tollfrítt

15.12.61 verður søkt til landsstýrið um tollfrían innflutning av badmintonbóltum
 


Kappingar við onnur feløg

Í sambandi við borðhaldið summarmáladag 1962,hevði felagið vitjan av 4 limum í Klaksvíkar Badmintonfelag.
 
Í 1966 varð kappast móti miðvingum, og í 1968 varð eisini kappast móti fuglfirðingum.
 
Í 1971 kom bræv frá Badmintonsambandi Íslands, har teir søgdu seg vera áhugaðan í at koma higar at leika. Teir fingu at vita at teir vóru vælkomnir. 18. mai komu íslendingar á vitjan. 12 í tali, sum allir búði heima hjá okkara leikarum. Vit høvdu nógv at læra av islendingum, sum eitt kvøldið høvdu venjing við okkum.
 
Fyrsta millumlandakapping í Badminton var 19. mai í høllini á Hálsi. Íslendingar vunnu allar dystirnar. Íslendingar leiktu eisini í Klaksvík við sama úrsliti sum í Havn. HBF helt eisini veitslu í Havnar Klubba fyri íslendsku gestunum. BSI bjóðaði føroyingum til íslands at leika árið eftir.
 
HBF tók av innbjóðingini og í februar 1972 varð farið undir konditiónsvenjing. Poul Michelsen átók sær lutin sum venjari.
 
4. mai 1972 varð farið til Íslands. Við á ferðini vóru 11 leikarar. Føroyingarnir rindaðu sjálvir fyri ferðina, men BSI fyri alt uppihald í Íslandi. Vit búðu privat. Spældu í Reykjavík, Akureyri og Siglufirði. Blíðskapurin treyt ikki.
 
Í 1971 vitjaðu eisini orkningoyingar í Føroyum. Gestirnir vunnu 4-1.
 
24. juni 1972 vóru hetlingingar á vitjan
 


ÍSF

1962 samtykt at kanna møguleikarnar at gerast limur í ÍSF.
 
Ársaðalfundurin 1965 samtykti at søkja um limaskap í ÍSF.
 


Formenn:

1959 - 1964 Kjartan Bærentsen
 
1964 - 1966 Charles Smith
 
1966 - 1967 Lydia Arge
 
1967 - 1970? Eigil Lyngsøe
 
1970 - Essa Arge, virkandi formaður
 
1970 - 1974 Andor Ellefsen
 
1974 - 1979 Kurt Hansen
 
1979 - Hartvig Hansen
 


HBF sponsorerað

Í 1972 varð avtala gjørd við AEG / Svend Stensborg um at sponsorera felagið. Avtalan var 3.000 kr. um árið og fríar búnar.
 


Keypa bóltar

Nevndarfundur í 1972 samtykti at Gudmund Skæling skuldi keypa 100 dus. av bóltum úr Danmark.
 


Damurnar

Í 1978 kom bræv frá ÍSF sum segði, at nú kundi eisinivera liðkapping við luttøku av damum. Hetta fyri fyrstu ferð. Trupulleikin var bert hann, at allar bygdirnar høvdu ikki nóg mikið av damum. Í badmintondeildini hjá ÍSF vóru tá Andor og Tórfinn, og teir kallaðu allar damurnar o.o. til fundar. Tá skiltist at Klaksvík, Vágur og Kollafjørður høvdu damur. Bert í miðvági var eingin dama. Tríggjar damur vóru tí valdar at skiftast um at fara út á bygd. Tær vóru Margit Svarrer, Tórgerð Nielsen og Rigmor Berg. Samansetingin av liðunum skuldi vera: 3 singlur menn, 2 dublur menn, 1 single dama og 1 mix.
 


Rithøvundur:

Tórfinn Smith