Reglur og viðtøkur
























§ 1 Navn

Navn felagsins er Badmintonfelagið í Havn.



§ 2 Endamál

Endamál felagsins er at virka til frama fyri badmintonítróttini.



§ 3 Limaskapur

Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annaðhvørt ein nevndarlim
ella venjara. Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap. Verður persóni
noktaður limaskapur, kann hann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til
st.ðutakan.

Feløg og onnur áhugaði, kunnu gerast hvílandi limir.



Nevndin ásetur støddina á limagjaldinum fyri virknar
, hvílandi og ungdómslimir. Limur kann siga limaskap sín upp
við einum mánaða freist til ein 1. í einum mánaði. Nevndin kann koyra lim úr
felagnum, um viðkomandi er í eftirst.ðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur
brotið viðt.kur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg.
Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til
støðutakan. Banagjaldið verður ásett av nevndini og verður goldið frammanundan.

Felagið kann útnevna heiðurslimir.



§ 4 Aðalfundir

Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði felagsins, er hægsti myndugleiki
felagsins. Ársaðalfundur verður hildin í september mánaði.



Nevndin kallar inn til aðalfundar skrivliga og/ella við uppslagi við í minsta
lagi 14 daga

varningi. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði,
tíð og skrá. Mál, sum
limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 8
dagar undan

aðalfundinum.



Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:

* Val av fundarstjóra.

* Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið.

* Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.

* Val av nevndarlimum og tiltakslimum.

* Val av grannskoðara.

* Innkomin mál.

* Ymiskt.

Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera
nevndarlimur. Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin
góðkennir annan atkvøðuhátt. Hvør limur yvir 18 ár hevur eina atkvøðu á fundum
felagsins, og kann limur geva øðrum limi fulltrú til at møta sína vegna.

Hvílandi limir hava møti
og talurætt, men tó ikki atkvøðurætt.



§ 5 Eykaaðalfundir

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið
minst 10 limir krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á
ársaðalfundi.



§ 6 Nevndin

Felagið verður stýrt av minst eini 3 -7 manna nevnd. Nevndarlimir verða valdir
annaðhvørt ár. Soleiðis at annaðhvørt ár standa 1 (ella fleiri ) fyri vali og
annaðhvørt ár standa 2 (ella fleiri) fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv.

Tiltakslimir verða valdir fyri sama tíðarskeið. Nevndin heldur fund, so ofta
hon heldur taðvera neyðugt. Nevndin er viðtøkufør, tá ið minst 2 nevndarlimir
eru á fundi.

Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sítt. Fer nevndarlimur frá í úrtíð,
kemur fyrstvaldi tiltakslimur í hansara stað.



§ 7 Tekningarreglur

Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av
føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.



§ 8 Heftilsi

Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tiÅLð
verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki
persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.



§ 9 Roknskapur

Roknskaparár felagsins er frá 1. juli og til 30. juni . Roknskapurin verður
grannskoðaður av einum á aðalfundi valdum grannskoðara, sum hevur

rætt at kanna felagsins bøkur og skjøl, tá ið hann ynskir tað.



§ 10 Viðtøkubroytingar

At broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða
fyri.



§ 11 Avtøka

At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi
og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á
fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið
av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru
møttir.

Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt
møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarligt ella vælgerandi endamál.



Soleiðis samtykt á  aðalfundi



Tórshavn tann 5. september 2013





_____________________      
_________________________

Marjun  Niclasen                                Katrin Jacobsen                



 



________________________

Dorthea Thomsen