Badmintonskúlin í Havn

Badmintonskúlin er eitt afturvendandi tiltak sum er tá ið
børnini hava fingið summarfrí. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 14
ár, og dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt, samstundis sum
børnini læra og spæla nógv badminton.

Hvør dagur verður býttur
sundur í innan- og uttanduraspæl. Liðini verða býtt í víðarikomin og
nýbyrjarar, so øll kunnu vera við. Alt hetta tilsamans verður ein
uppliving, sum børnini fara at minnast leingi.

. Nærri kunning um tilmelding á heimasíðuni ella á facebooksíðuni hjá 'Badmintonskúlin í Havn'.