FM
FM í badminton
Á hvørjum ári samskipar BSF kappingina um Føroyameistaraheitið í badminton. Fyrireikingarnar til kappingarnar um, hvør gerst føroyameistari í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki í ymisku aldursbólkunum, verða gjørdar saman við tí felagnum, ið er vertur fyri kappingini.
FM í einmansleiki er fyri hesar aldursbólkarnar:U-9, U-11, U13, U-15, U-17, U-19, Meistarabólkinum og Masterclass
FM i tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki er fyri hesar aldursbólkarnar: U-11, U13, U-15, U-17, U-19, Vaksin-A, Meistarabólkinum, Oldgirls og Oldboys.
HBF er við í fyrireikingunum til finalurnar fyri Meistarabólkin, eisini kallað Stóri Finaludagurin. Hetta er ein stórur finaludagur, har finalurnar hjá badminton, judo og borðtennis eru samlaðar í Høllini á Hálsi. Innleiðandi finalurnar hjá badminton eru í Badmintonhøllini í Havn.