Badmintonskúlin í Havn

Badmintonskúlin er eitt afturvendandi tiltak sum er tá ið børnini hava fingið summarfrí. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 14 ár, og dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt, samstundis sum børnini læra og spæla nógv badminton.

Hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. Liðini verða býtt í víðarikomin og nýbyrjarar, so øll kunnu vera við. Alt hetta tilsamans verður ein uppliving, sum børnini fara at minnast leingi.

. Nærri kunning um tilmelding á heimasíðuni ella á facebooksíðuni hjá 'Badmintonskúlin í Havn'.